Um Frítt Val
Hvat er Frítt Val?
Frítt val er rørsla teirra, ið stríðast fyri fríari abort í Føroyum. Okkara høvuðsendamál er at virka fyri, at føroyska heilsuskipanin veitir øllum kvinnum og persónum við lívmøðrum atgongd til abort - í tryggum, fordómsfríum og lógligum umstøðum. Í tráð við hesum arbeiða vit fyri einari heilsuskipan, har fólk, ið verða uppá vegin, fáa viðkomandi og uttanveltaða kunning og vegleiðing frá læknum og øðrum serkønum, tá ið tey skulu taka avgerðir um kropp og nøring teirra.
Abort er ein persónlig avgerð. Vit arbeiða fyri einum samfelagi, har hvør einstakur persónur hevur rætt til at ráða yvir egnum kroppi og egnari nøring – harímillum at velja abort, um tey ynskja tað – uttan mun til orsøk, útbúgving, aldur, fíggjarlig kor ella aðrar umstøður. Hetta sjónarmiðið byggir á eitt grundleggjandi álit á, at kvinnur og fólk, ið verða uppá vegin, eru før fyri sjálvi at taka avgerðir um nøring teirra.
Abortir eru vanligar. Vit ynskja at bróta tøgnina um abort og normalisera og nuansera kjakið um abort í Føroyum. Sum lið í hesum virka vit fyri at basa stigmatisering og fordøming av abort og fólki, ið hava tikið abort. Hetta gera vit við at breiða vitan um abort og skipa fyri kunningarátøkum og tiltøkum, ið geva fólki møguleika at deila teirra upplivingar við abort og skifta orð um kropsligt sjálvsræði í tryggum og stuðlandi umstøðum.
Vantandi abortrættindi elva til skaðandi avleiðingar og mismun. Vit varpa ljós á skaðandi sálarligu, likamligu og fíggjarligu avleiðingarnar, ið kunnu standast av, at fólk ikki hava atgongd til abort. Eisini ynskja vit at vekja ans um tann veruleika, at vantandi abortrættindini raka ymiskar borgarar ójavnt og tískil eru við til at skapa mismun í heilsuskipan okkara. Ein mismunur, sum bæði endurspeglar og styrkir teir ójavnar, sum longu finnast í samfelagnum - millum kyn og millum ymiskar samfelagsbólkar. Vit trúgva, at ein rættvís heilsuskipan krevur, at allir borgarar við lívmøðrum eru tryggjaðir eins og fordómsfría atgongd til abort, gitnaðarverju og kunning um kropp og nøring - óansæð umstøður so sum aldur, fíggjarlig kor, útbúgving, bústað ella hvønn lækna, tey hoyra til.
Byrjanin
Frítt Val byrjaði sum ein grasrótarrørlsa í september 2017, tá ein bólkur av kvinnum møttust á Býarbókasavninum í Tórshavn við tí í hyggju at varpa ljós á manglandi abortrættindini í Føroyum. Avgjørt varð at orða eitt skriv, ið lýsir grundsjónarmiðjini hjá rørsluni. Áleið 200 fólk valdu at leggja navn sítt til skrivið, tá tað varð sent út. Síðani eru nógv nøvn løgd afturat, og í dag eru fleiri enn 1000 fólk, ið við navni sínum stuðla stríðinum fyri fríari abort í Føroyum.
Stríðið fyri fríari abort í Føroyum er sjálvsagt nógv eldri enn Frítt Val, og sum rørsla standa vit á herunum á tí grundarbeiði, ið fólk undan okkum hava gjørt fyri at varpa ljós á vantandi abortrættindi í Føroyum. Harumframt viðurkenna og stuðla vit tí megnararbeiði, ið lyklapersónar hava gjørt – og enn gera tann dag í dag – fyri at hjálpa kvinnum í Føroyum at fáa atgongd til abort, tá ið tað verður teimum noktað.
Frítt Val sum áhugafelag
Tann 8. juni 2018 varð Frítt Val stovnað sum áhugafelag. Nógv fólk møttu upp hendan dagin fyri at vísa sín stuðul til rørsluna, og ein nevnd við 10 fólkum varð vald. Nevndin í Fríum Vali hevur eina flata skipan og verður vald av nýggjum hvørt ár, tá tað er aðalfundur (ella um eykaaðalfundur er). Á øðrum aðalfundi felagsins, sum var í november 2019, vórðu 18 fólk vald í nevndina.
Í núverandi nevndini sita:
Alda Mohr Eyðunardóttir, Barbara Gardlykke Apol, Billa Jenný Jónleifsdóttir, Bjørt Lind, Ebb Mohr Vang, Elisa Vang, Gerda F. Heldarskarð, Gunnhild Persson, Milia Egilsnes, Hervør Pálsdóttir, Hildur Egilsdóttir, Katrin Kamban, Pætur Weihe Simonsen, Sigrið Mohr Leivsdóttir, Solveig Á Torvlaðnum,Tordis Vang og Turið Nolsøe.