greinasavn
Altjóða dagur fyri trygga abort 2024:
abort í útlegd
28. septembur er altjóða dagur fyri trygga abort, og kring heimin verður sjóneykan í dag sett á vantandi abortrættindi.
15. mai fall uppskotið um nýggja abortlóg, sum skuldi loyva kvinnum at taka avgerð um abort til 12. viku. Kvinnur í Føroyum hava tí framvegis ikki atgongd til trygga abort, og lógin frá 1956 avmarkar framvegis kvinnum og fólki í Føroyum at taka avgerð um egnan kropp, heilsu, nøring og framtíð. At ein abort er trygg fevnir millum annað um at hava atgongd til abortviðgerð undir tryggum umstøðum við virðing fyri egnum ynski, tørvi og rætti.
Tað verður javnan ført fram - eisini undir viðgerðini av lógaruppskotinum um nýggju abortlógina - at tað ikki er satt, at kvinnur fara uttanlands at taka abort. Á altjóða degnum fyri trygga abort í ár vilja Frítt Val, Amnesty International Føroyar og Kvinnufelagið í Havn vísa hesum uppáhaldi aftur og strika undir, at stranga abortlógin í Føroyum viðførir, at kvinnur noyðast uttanlands at taka abortina, teimum tørva.
Føroyska abortlóggávan førir til abortútlegd.
Abort í útlegd er ein veruleiki
Strangu ásetingarnar í galdandi lóggávu gera, at nógvar kvinnur ikki sleppa gjøgnum nálareygað, tá tær leita sær til heilsuverkið at taka abort. Tá kvinnur verða noktaðar abort, royna fleiri at finna aðrar loysnir - tað vita vit frá útlandinum og eisini úr Føroyum. Vit felagsskapir, sum í fleiri ár hava tikist við abortrættindi, føroysku abortlógina og avleiðingarnar av henni, vita, at kvinnur fara til Danmarkar at taka abort.
Frítt Val og Amnesty Føroyar hava frágreiðingar frá kvinnum, sum hava verið noyddar av landinum at taka abort. Amnesty Føroyar hevur gjørt samrøður við kvinnur, og við átakinum #mínabort hevur Frítt Val í fleiri ár savnað inn abortsøgur. Hesar søgur geva innlit í ymsu støðurnar, kvinnur kunnu koma í, tá ið tær hava tikið abort ella hava eitt ynski um at taka abort. Millum innkomnu søgurnar eru søgur frá kvinnum, sum í Føroyum fingu ynskið um abort noktað, og tí vórðu noyddar av landinum.
Harumframt vita vit frá umfatandi frágreiðing hjá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi, at kvinnur í Føroyum fara til Danmarkar at taka abort. Tað verður grundgivið út frá greining og samanrenning av nógvum ymiskum hagtølum, út frá frágreiðingum hjá føroyskum kommunulækna og donskum serlæknum, og út frá eini Gallup-kanning, sum vísti, at 42% av kvinnum í Føroyum vita um aðra kvinnu, sum er farin til Danmarkar at taka abort.
Abortútlegd er ein veruleiki, sum ikki kann ella skal kveistrast burtur.
Ójøvn atgongd til trygga abort
At fara uttanlands kann gerast einasti møguleiki hjá summum kvinnum í Føroyum at taka abort, men hetta er ikki ein møguleiki hjá øllum.
Fyri at taka abort í almenna heilsuverkinum i Danmark krevst danskt heilsutrygdarkort umframt bústaður í Danmark. Um ikki møguleiki, stundir og umstøður eru at fáa tað til vega, ber eisini til at taka abort á privatsjúkrahúsi, har prisurin liggur um 8000 - 16000 kr. fyri viðgerðina. Tá er ikki neyðugt við donskum heilsutrygdarkorti og bústaði í Danmark, men hetta er tó ikki ein fíggjarligur møguleiki hjá øllum. Hetta førir tí við sær at kvinnur í Føroyum ikki hava javnbjóðis atgongd til abort.
Harumframt kunnu onnur viðurskifti gera seg galdandi: Kunnu allar kvinnur brádliga vera burtur frá heimi, arbeiði ella skúla í fleiri dagar? Er trygt hjá øllum at greiða nærumhvørvi og maka frá, hví tær brádliga skulu av landinum? Hvussu við teimum, sum ikki skilja føroyskt ella ikki hava eitt netverk í Føroyum? Tað verður ofta tikið til, at fyri at kvinnur fáa loyvi at taka abort, skulu tær kenna ‘óskrivaðu spælireglurnar’. Hesar fevna eitt nú um, hvørjir læknar kunnu hugsast at loyva abortum, hvørjar grundgevingar eru sannførandi og hvar kvinnur annars kunnu leita sær hesa vitanina.
Hesar ‘óskrivaðu spælireglurnar’ kunnu vera torførar - eisini hjá føroyskum kvinnum - og fyri tilflytarar í Føroyum, sum ikki tosa málið ella hava netverk at leita sær hjálp hjá, kunnu tær hugsast at verða ógjørligar.
Seinastu árini er talið av útlendingum í Føroyum vaksið. Er møguligt hjá teimum at finna út av hesum “spælireglum”.
Føroyar mugu taka ábyrgd
Tá ið vit í Føroyum ikki tryggja øllum trygga og virðiliga abortviðgerð, elvir tað til fleiri álvarsamar avleiðingar, eitt nú abortútlegd, sum leggur eina óneyðuga byrðu á fólk, sum longu eru í trýstari støðu.
Strangar abortlóggávur, sum okkara í Føroyum, kunnu gera tað trupult at fáa atgongd til abort og eisini viðføra, at abortirnar gerast ótryggar. Men eingin lóggáva kann forða fyri, at abortir verða framdar. Vit kunnu tó velja at forða fyri, at abortir framhaldandi vera ótryggar og at kvinnur í Føroyum verða tvungnar í útlegd við at tryggja javnbjóðis atgongd til abortviðgerð í føroyska heilsuverkinum.
#abortíútlegd
Um tú hevur verið noydd at fara uttanlands at taka abort, hevði tað glett okkum, um tú sendi tína abortsøgu inn (dulnevnt) á heimasiðuni hjá Fríum Vali, www.frittval.fo.
Við vón um eina trygga framtíð
Frítt Val, Amnesty International Føroyar og Kvinnufelagið í Havn