
ein tú elskar hevur
tikið abort

Nú lógaruppskotið um dagførda abortlóg aftur er lagt fyri Tingið, verða vit enn einaferð mint á ógvusliga málburðin og orðaskiftið.
Frítt Val fer tí í samstarvi við Kvinnufelagið í Havn og Amnesty Føroyar at senda áheitanir til politikarar, felagsskapir og fólk annars um at vanda sær um orðini og málburðin í kjakinum um abort.
Vit hava hoyrt frá fleiri, ið uppliva kvøl av harða málburðinum. Um tú eisini verður ávirkað av hesum, vilja vit ógvuliga gjarna hoyra frá tær, so at okkara áheitanir verða beinraktari og betri.
Í teiginum niðanfyri kanst tú dulnevnt deila tína uppliving av, hvussu kjakið ávirkar teg ella ein, sum tú ert góð/ur við.
Uppplivingar - ella partar av teimum - verða partar av áheitanum á sosialu miðlum okkara og í t.d. almennum áheitanum og teldupostum.
Vit høvdu virðismett, um tit vilja hjálpa okkum at heita á eitt virðiligt og siðiligt kjak.