Søg
  • Frítt val

Nýggj gransking: abort økir ikki um sannlíkindini fyri sjálvmorðsroyndum





Eitt argument, ið ofta verður ført fram av teimum, ið eru ímóti abort, er, at kvinnur, ið taka abort, eru í øktum vanda fyri at fáa t.d. tunglyndi, angist og sjálvmorðstankar.

Á aðalfundinum hjá Fríum Vali í november 2019 varpaðu vit ljós á, at sambandið millum sálarheilsu og abort ikki er so einfalt. Hetta tí, at lítið bendir á, at abort – eina og aleina – elvir til sálarliga óheilsu, tá hædd verður tikin fyri øðrum viðurskiftum, t.d. sálarheilsuni hjá kvinnuni, áðrenn hon tekur abort.

Nú váttar ein umfatandi vísindalig kanning av donskum kvinnum hetta sjónarmiðið.* Niðurstøðan av kanningini er, at kvinnur, ið vóru sjálvskaðandi eftir at hava tikið eina abort, í stóran mun eisini høvdu ringa sálarheilsu, áðrenn tær gjørdust upp á vegin. Páhaldið um, at abort økir um vandan fyri sálartrupulleikum, verður sostatt afturvíst av granskarunum.

*Talan er um eina sonevnda longitudinal cohort kanning, ið byggir á dátur frá yvir 500.000 donskum kvinnum millum 18 og 36 ár, sum granskararnir fylgdu fra 2000 til endan av 2016.

Les meira um kanningina her: https://videnskab.dk/…/dansk-studie-abort-oeger-ikke-risiko…

Úrslitini av kanningini eru útgivin í viðurkenda vísindaliga tíðarritinum The Lancet: https://www.thelancet.com/…/PIIS2215-0366(19)30400…/fulltext




0 visninger
  • Facebook - White Circle
  • Twitter - White Circle
  • Pinterest - White Circle
  • Instagram - White Circle