Screen Shot 2020-03-01 at 8.52.49 PM.png

Søga 1

 

Eg var júst blivin 16, tá eg fann útav, at eg var við barn. Hann, pápin, var mín fyrsti partnari og vit gjørdu tann feilin at hava ósikkurt sex eina ferð. Tað var býtt, men vit gera øll feilir.

Eg var undir ongum umstøðum klár at blíva mamma, og tað var undir ongum umstøðum rætti pápin at mínum barni.

 

Eg tók abort, tí at eg føldi, at tað var besta valið fyri meg og barnið. Eg var ov ung, ábyrgdin var ov stór og eg var í einum keðiligum parlagi. Men eg hevði tað øgiliga torført við at taka eina abort. Eg havi altíð verið ímóti abort, men eitt er at siga “um man skal gilla, má man trilla”, eitt annað er at standa í støðuni sjálv sum 16 ára gomul.

 

Eg var øgiliga bangin fyri at fortelja tað fyri mínum foreldrum, tí at eg kendi teirra meining og eg visti, at tey fóru at vera ill og skuffaði. Men eg fekk tikið mær mót til at fortelja tað, men teirra reaktión var eisini tann eg væntaði. Tey vóru ill, kedd og skuffaði. Hóast hetta, so vóru tey stuðlandi í mínum vali, tí tað var mín kroppur og mítt val. Men eg kendi altíð á mær, at tey vóru ikki glað fyri mína avgerð.

 

Eg ringdi til egnan lækna og fortaldi, at eg var við barn og ynski at koma til eina samrøðu. Læknin var sera professjonellur og eftir samrøðuna sendi læknin meg víðari út á Landssjúkrahúsið. Samskiftið við lækna og heilsuskipanina var gott, tey tóku væl ímóti mær, fóru ígjøgnum mínar møguleikar og forkláraðu mær fylgir av mínum avgerðum óansæð hvat val eg tók.

 

Eg havi tað til tíðir hart við tankanum um, at eg havi tikið eina abort. Eg eri framvegis ímóti tankanum um at taka eina abort, men eg veit eisini, at tað var rætta avgerðin fyri meg og barnið. Tað hevur tó verið hart og hevur fylt nógv í mínum tonkum til tíðir. Tað er ein hørð avgerð at taka og ikki nakað ein ger lættliga.

 

Tað eru bara míni allar nærmastu vinfólk, sum vita, at eg havi tikið eina abort. Eg kundi ongantíð fortalt tað fyri mínari familju, tí tey høvdu skammast og dømt meg. Somuleiðis høvdu nøkur av mínum vinfólkum eisini havt tað torført við tí, og havi eg tískil valt at halda tað hemmiligt.

Søga 2

 

Fyri nøkrum árum síðani var eg í einum keðiligum forholdi. Eg fann útav, at eg var upp á vegin, og eg vildi BARA ikki hava eitt barn akkurát tá. Eg hevði planir um at fara frá sjeikinun, og vildi ikki knýta meg at honum fyri altíð við at hava eitt barn saman. 

 

Eg hevði hoyrt, at tað var ringt at fáa eina abort í Føroyum, so eg royndi ikki eingong at vita, um eg fekk tað í Føroyum. Eg vildi helst hava eina medisinska abort, so eg mátti gera skjótt av.

Eg googlaði meg fram til eina privatklinikk í Keypmannahavn og fekk eina tíð nakrar dagar seinni. 

 

Læknin kannaði meg, og eg fekk tablettir til eina medicinska abort. Í samráð við danska læknan fór eg til læknan og til eina skanning í Føroyum eftir abortina fyri at vita, um alt var í ordan.

 

Fyri meg var tað rætta avgerðin, og eg angri tað ikki.

Mítt lív, mín kroppur, mín avgerð

Søga 3

 

Eg búði í Danmark. Eg og sjeikurin tosaðu rættliga tíðiliga um okkara væntan til okkara framtíð saman. Hann var 25 og hevði longu eitt barn, og eg hevði ongan dreym um at verða mamma. 

 

Ikki tí at eg ikki hevði elskað barnið, og gjørt mítt allar, allar, allar besta. Men eg føldi ikki, at mítt besta var nok. Eg hevði, og havi  ofta enn, marruna, har eg missi mítt pinkubarn oman trappunar ella ikki klári at bjarga tí frá einum brennandi húsi ella druknandi báti. 

 

Eg haldi fyri eyguni, tá marrurnar eru ringast, men eg síggi ígjøgnum fingrarnar, og fái ikki vent mær vekk. Eg føldi ikki, at eg kundi bera lív inn í eina so farliga verð. Nú veit eg, at eg havi angist, men tað visti eg ikki tá.

 

So vit blivu einig. Eingi børn. Tað var ein lætti at hann bara virdi tað. Eg var bangin fyri at hann fór at pressa á. Men hann skilti, hvussu eg hevði tað, og føldi seg ikki missa nakað, tí hann longu hevði eitt barn.

 

Eg var á p-pillum. Hvønn dag ringdi alarmurin á telefonini kl. 17, og minti meg á, at nú skuldi tann lítla tablettin takast. 

 

Eg hevði ein pakka í kamarinum, ein í skúlataskuni og ein í hondtaskuni, so at eg aldrin stóð uttan og kanska gloymdi hana. Og eg gloymdi hana aldrin. 

 

Óttin fyri møguligu konsekvensunum var ov stórur. So stórur at eg onkuntíð mátti fara upp um náttina fyri at kanna, um tað nú var rætt, at eg hevði tikið hana. Annars fekk eg ikki sovið. 

 

Eg var í praktikk á eini matstovu. Knappliga, frá einum degi til annan, kendist køkurin dupult so heitur sum vanligt. Vit vóru mitt í apríl, og veðrið var ikki nakað at reypa av, so eg hugsaði at ventilatiónin var skrúvað niður. Eg orkaði ikki at standa serliga leingi dagin eftir, men eg hugsaði, at tað var tí eg ikki hevði etið nokk. Triðja dagin svímaði eg.

 

Okkurt var heilt galið.

 

Eg fór til læknan. Hann spurdi um alt møguligt. Millum annað um eg kanska kundi verið gravid. Eg flenti og segði, at tað var ómøguligt, tí eg tók tablettina somu tíð hvønn dag uttan feil. Akkurát sum eg skuldi.

 

Eg fekk at vita, at eg nokk bara var stressað. Skuldi fara heim at slappa av. So tað gjørdi eg.

Men eg fekk tað ikki betri. 

 

Sjeikurin og eg sótu í stovuni nakrar dagar seinni, og alt sum hann gjørdi irriteraði meg. Hann hevði brúkt alt for nógv av deodorant, maturin hann hevði gjørt var ólekkur, og so andaði hann for hart! Hann sat og hugdi eftur mær í eina tíð. Eg føldi tað, og tað irriteraði meg so inniliga. "HVAT???"  Hálv rópti eg. "Eg haldi at tú ert gravid..." Eg havi aldrin rullað eyguni so hart í mínum lívi.. 

 

Vit høvdu altíð graviditetstestir liggjandi á vesinum. Um eg var bara eitt sindur í iva, so tók eg ein test fyri at verða sikkur. Men eg ivaðist ikki tann dagin. Eg gekk demonstrativt út á vesið og tók ein test, so at hann kundi síggja, at eg ikki var gravid og at hann faktiskt bara var mega irriterandi.

 

Eg minnist ikki, at eg opnaði testin, pissaði á handan ópraktiska, smala pinnin ella at eg sá svarið.

Men eg minnist enn, hvussu teir kaldu flisarnir føldust undir fótunum. Hvussu plastikksetrið klípti húðina á lærinum. Og hvussu bringan føldist sum betong.

 

Eg veit ikki, hvussu leingi eg sat har, men tá eg endiliga reisti meg, hevði eg lítla sirkulatión eftir í beinunum. Føturnar prikaðu illa, og tað var nú vátt undir teimum. Kaldasveitti.

 

Í tí eg kom upp at standa mundi eg dottið og spýð samstundis. Men eg fekk fatur í hurðini og svølgdi. Tađ brendi í hálsinum. 

 

Eg minnist heldur ikki, hvussu eg kom inn til sjeikin. Men hann helt um meg meðan eg græt niður í tí kremhvítu sofapútuna inntil eg var um at sovna. Hann hjálpti mær so yvir í songina, og har var eg liggjandi í tveir ella tríggjar dagar.

 

Mær dámar ikki at hugsa um tær næstu vikurnar.  

 

Vit fóru til læknan. Eg føldi meg so býtta. Vit vóru einig um abort. ivaðust ikki í eitt sekund, men eg fekk so ilt í hjartað alíkavæl. 

 

Vit tosaðu um framtíðarpreventión, og eg spurdi inn til sterilisering. Tað vildi læknin ikki. Eg var for ung. Bara 23 ár. Hvat nú um eg umbestemmaði meg? So avtalan var, at eg skuldi hava ein spiral aftaná.

 

Dagarnir upp til abortina hevði eg so ringan kvalma og onga orku. Royndi at melda meg sjúka í praktikkini uttan at geva eina grund, men stjórin var so áhaldandi. Vildi vita, um tað var nakað alvorligt. Eg segði sum var, men áðrenn eg fekk tosað liðugt, var hann longu í gongd við at ynskja mær tillukku, og vildi fortelja, hvussu fantastiskt tað var at hava børn. Eg vildi ikki hoyra meira og áðrenn eg visti av, tí breyt eg av. "Eg skal ikki hava tað!" Kvalmin bleiv verri. Stjórin stardi eftir mær eina løtu. Skuldi siga okkurt, men støðgaði. Stardi eina løtu afturat og segði so bara "ok" og so fór hann út. Hvørgin av okkum fekk hugt í eyguni á hinum og vit blivu einig um, at eg bleiv heima til praktikkin var liðug.

 

Á sjálvum degnum minnist eg bara sorgina, og hvussu fitt øll vóru.

 

Teir næstu mánaðirnir vórðu harðir fyri okkum sum par. 

 

Eg tordi ikki at vera intim. Eg var so bangin fyri, at eg fór at blíva gravid aftur, sjálvt um eg nú nýtti spiral.

 

Læknin forsikraði mær, at tað var so gott sum ómøguligt. Eg kundi ikki vera so óheldig....

 

Men seks mánaðar seinni sat eg úti á vesinum aftur. Hesuferð fór eg at gráta áðrenn eg tók testina. Rakti viðsíðunar av fyrstu ferð. Bannaði og fór at gráta meira. "Hví eru hesir pinnarnir so smalir?"

 

Sjeikurin stóð klárur at taka ímóti mær í gongini. Eg var so flóv, óð, kedd og full av skomm. Men vit ivaðust heldur ikki hesuferð.

 

Vit høvdu bara verið saman í eitt ár og ein mánaða. Vit vóru akkurát komin í góða balansu aftur eftir fyrstu abortina, og nú var báturin koppaður aftur.

 

Eftir hetta visti eg, at eg ikki kundi klára eina triðju ferð, men læknin vildi ikki sterilisera meg og sjeikurin hevði fingið at vita, at menn kunnu fáa prostatakreft, um teir verða steriliseraðir. 

 

Vit mundu farið frá hvørjum øðrum, tí í langa tíð kláraði eg ikki eingongd, at hann so lítið sum nam við meg.

 

Men spakuliga bleiv betri.

 

Eg fekk nýggjar p-pillarar, sum skuldu vera betri, og vit vóru eyka ansin. Eg fann út av, at eg hevði angist og lærdi at hontera tað. Og eftir nógv hart arbeiði komu vit á røttu kós aftur.

 

Tá vit høvdu verið saman í seks ár bleiv eg gravid aftur. Sjálvt um eg tók p-pillararnar hvønn dag.

Hesuferð var eg eisini bangin og nervøs. Og tað var hann eisini. Men vit vóru klár.

 

Eg blívi enn kedd tá eg hugsi um, hvat er hent. Men eg føli næstan onga skomm longur, og eg angri tað ikki. 

Eg veit, at eg ikki hevði kunnað honterað graviditetin ella honterað tað, at vera mamma. Eg hevði ikki verið ein góð mamma. Tað er so simpult.

 

Men tað eri eg nú. 

 

Og um tú hugsar at tað er ótrúligt at hann honteraði tað heila so væl.... So hugsa vit tað sama <3


 

Søga 4

 

Eg tók abort 6 mánaðir eftir, ynskta barnið var føtt. Tad var av tilvild eg bleiv gravid, og vit ynsktu ikki eitt barn afturat so skjott aftaná. Eg var púrasta avklárað. Ivaðist ikki eitt sekund og maðurin var heldigvís eiheldur í iva. Alíkavæl dámdi mær ikki at fortelja tað fyri vinkonum og øðrum, so vit hildu tað hemmiligt. Eg veit ikki hví. Kanska tí eg óttaðist at blíva dømd? Kanska tí at tað ikki rakaði nakran annan enn bara meg og mannin? Eg veit ikki, men eg veit at mær ikki dámar at onnur vita tað. Tað er privat. Eg hevði gjørt tað umaftur. Angri tað ikki eitt sekund. Barn nummar trý kemur tá/um vit eru klár og tað vóru vit ikki tá. 

Vit búgva í Danmark, so tað var nemt. Ringdi og bað um eina tíð. Eg kom til dagin eftir, og so var tað líkasum yvirstaðið. Eg var so lættað.

 

Søga 5

 

Mín lækni segði, at eg fór at fáa tað ringt (deprimera), um eg fekk eina abort... antin beint eftir eg gjørdi tað, tá eg hevði skulað átt ella seinni.. Men eg fekk tað ongantíð ringt av valinum eg hevði tikið, men eg føldi stóra skomm í fleiri ár, um at eg ikki hevði havt tað ringt... (eg skilji væl at ein lækni skal “ávara” men eg haldi eisini, at ein lækni skal passa uppá, hvussu hann/hon orðar seg). 




 

Søga 6

 

Vit avgjørdu at fáa eina abort, tí tað ikki var rætta tíðspunkt, at tað hendi. Bæði vóru samd, og vit meina at tað bert var okkara avgerð at taka.

 

Tá eg fann útav, at eg var við barn, fór eg beint at biða um eina tíð til læknan. Sum viðmerking skrivaði eg: óynsktur barnsburður. Eg bíðaði, og ein vika gekk og enn hevði eg ikki fingið nakað svar. Síðani ringdi eg niðan at vita, um tey høvdu móttikið mína umbiðing av tíð til lækna. Tað høvdu tey, men har var eingin læknatíð at fáa innan átta tær næstu vikurnar, greiddi hon frá. Eg fortaldi síðani um tey høvdu sæð, hvat eg hevði viðmerkt, og at tað kundi ikki bíða, eg mátti hava eina tíð skjótast gjørligt. Ja, tað høvdu tey sæð. Men tey fingu einki gjørt innan átta vikur framm, har ið tey tá kundu kannað, hvussu langt eg var komin.

 

Eg bleiv rættiliga illa við og frustrerað av at hoyra hesi boðini. Eg valdi síðani at fara niðan á læknastøðina at fáa orduliga og greitt svar á hví eg skuldi bíða átta vikur, tá tað var nakað, eg ikki kundi bíða eftir. Tá eg kom niðan sótu 3 fólk til arbeiðis innanfyri diskin. Eg gekk yvir til eina og segði henni mítt navn og føðidato. Síðani greiddi eg henni spakuliga frá, tá eg ikki vildi at øll skuldu hoyra, at eg ynskti at fáa eina abort. Tá svaraði hon aftur, við vanligari rødd, at tað ikki bar til, og tann sum sat við síðunar av henni spurdi meg so, um eg var neyðtikin. Eg bleiv sera illa við og føldi tárini byrjaðu at renna. Eg segði nei, eg eri ikki neyðtikin. Síðani svaraði hon aftur at um eg ikki var neyðtikin, var sera ringt at fáa nakra hjálp frá teimum, men eg kundi fáa eina tíð um átta vikur at kanna, hvussu langt eg var komin. Ill, frustrerað og kedd fór eg avstað við tárum í eygunum, og segði nei takk til tíðina um átta vikur.

 

Síðani kontaktaði eg eina klinik í Danmark, har ið eg eina viku seinni fekk mína abort. Tey vóru sera fitt, forstandandi og hjálpsom undir øllum forløbinum.

 

Samskiftið við lækna og heilsuskipanina upplivdi eg sera sera ringt. Fyri tað fyrsta bleiv eg yvirsæð, og tey valdu at ikki svara mær aftur. Síðani at fara til tey, og eg bleiv spurd beint út í rúmið, um eg var neyðtikin. Eg hevði ynskt at eg ikki hevði kontaktað lækna ella heilsuskipanina í Føroyum, og hevði valt beinanveg at kontakta tey í Danmark.

 

Eg meini, at eg og bert eg havi valdi á mínum kroppi, og tað er ikki ein avgerð hjá nøkrum øðrum at taka, enn mær.

 

Vit meina, at vit tóku røttu avgerð, og síggja fram til at fara at fáa okkum børn, tá tíðspunktið er rætt.

 

Søga 7

 

Eg var 18 og í einum øgiliga ósunnum forholdi. Bæði eg og hann vóru totalt óbúgvin. Hann var sikkur í, at hann ikki skuldi hava eitt baby, og eg kundi ikki loyva mær sjálvari at seta mítt egna lív á pausu tey næstu 18 árini. Og eg vildi so slett ikki koyra eitt barn afturat inn í eitt barnaheim, har tað møguliga ongantíð fór at fáa eina familju.

 

Eg visti beinaveg, at eg var blivin upp á vegin, tí eg føldi tað á kroppinum. Eg havi altíð verið 100% sikkur uppá, at eg fór at taka abort, um eg bleiv upp á vegin við óvart.

 

Eg fór til læknan, og hann segði, at hann skuldi venda aftur um 2-3 vikur, men eg hevði ikki so langa tíð at bara bíða, so eg fór til Danmarkar. 

 

Eg royndi at halda tað loyniligt, men familjan fann útav tí, og tað eri eg sera glað fyri, tí so fekk eg tann stuðulin eg hevði so nógv brúk fyri.

 

Alt gekk sum tað skuldi, og eg var ikki upp á vegin meira. 

 

Eg bleiv ofta kedd av tí í byrjanini, í eitt ár kanska. Men eg havi ongantíð angrað tað. Eg veit, at eitt barn hevði slett ikki passað inn í mítt lív. Eg haldi, at tað er gott, at eg kann sleppa at liva mítt lív víðari, og tað ikki hevði blivið føtt av einari mammu, sum ikki vil hava tað. Eg veit, at tað var tað rætta valið, bæði fyri meg og tað, sum kundi blivið eitt barn.

 

Søga 8

 

Eg vildi ynskt, at vit tosaðu meiri um tað stigmatiseringina, sum kvinnur, ið taka abort, eru fyri. Undir valstríðnum var abort nýtt sum valagn hjá meiri enn einum av teimum konservativu flokkunum, og ofta við einum hørðum og stigmatiserandi tóna. Eg tók mína abort í 2014, tá eg var 19 ár, og hóast tað ikki eru so nógv ár síðan, so er mátin, vit tosa um abort broyttur nógv. Tá hoyrdist lítið og einki til tey, ið eru fyri fríari abort. Eg minnist, at eg var til fólkafund í Høllini á Hálsi í 2015, og umboð frá felagsskapum, ið eru ímóti abort, greiddu frá, hvussu ringt "hesar kvinnurnar" hava tað. Sum um at tað er ein nattúrulóg, at allar kvinnur føla tað sama - óansæð støðuna. Tey tosaðu um morð og um at gera seg inn á børn. Eg skilti ikki, hvat tey meintu við, og spurdi meg sjálva, um tað var mær, tað var galið við. Var eg eitt ringt menniskja, tí eg ikki hevði tað ringt við mínari avgerð? Eg trúgvi fast uppá, at allarflestu fólk vilja vera góð, og tí byrjaði eg at rannsaka mínar egnu kenslur fyri at vita, um eg innast inni var kedd um mína abort. Eg hugsaði enntá, um orsøkin til, at mær ikki dámdi mínar dellur rundan um búkin mundi vera tí, at eg var kedd um at eg aldrin hevði verið veruliga uppá vegin við stórum búki. Í eina tíð royndi eg at dyrka hetta hatrið móti mínum egna kroppi, tí eg vildi ikki vera eitt ringt menniskja, sum hesi fólkini á fólkafundinum greiddu frá um. Hesum eri eg nú farin frá - og takk og lov fyri tí! Tað hevur hjálpt nógv at tosa opið um tað við fólk, eg kenni meg trygga við. Eg vóni eisini, at átøk sum hesi fara at gera tað lættari hjá øðrum at tosa um sína abort uttan at kenna seg misskilt, dømd og stigmatiseraði.


 

Søga 9

 

Tað tykist fyri meg sum at fosturtøka ofta verður forsvarað og argumenterað fyri í almenna kjakinum við at nevna tey ekstremu tilfeldini. So sum tá kvinnan er vorðin neyðtikin, sjúka er involverað, fostrið ikki fer at yvirliva óansæð, foreldrini eru óegnað og líknandi. Har var ongin ógvuslig orsøk fyri meg. Eg hevði tað gott, fostrið hevði allarhelst komið heilskapt ígjøgnum og restina høvdu vit funnið útav. Mentalt var eg tó slett ikki í einari støðu, at umhugsa at fáa barn. Eg kendi ikki pápan og stutta freistin fyri medisinska abort nærkaðist. Eg eri glað fyri at eg gjørdi tað. Eg havi lært av hendingini nú og hopi at onnur hoyra, at man noyðist ikki at hava eina ógvusliga orsøk fyri at fáa sær abort. 

 

- Eg tók abort tí eg hevði hug til abort og ongar av hinum møguleikunum, so sum burtadoptión. Fyri meg var nærum einki ivamál.

 

- Sjálv hevði eg tað gott við at taka abort. Tann keðiligi parturin av hendingini var, at pápin at fostrinum var ímóti abort. Eg visti ikki av hesum áðrenn eg bleiv upp á vegin, og eri kedd av, hvussu illa hann bleiv ávirkaður av tí.

 

- Eg tosaði við pápan og tey nærmastu um tað. Mín avgerð var fastsett at byrja við, eg tosaði ikki við onnur fyri at finna útav um eg skuldi gera tað ella ei.

 

- Eg var í Føroyum, og eri ótrúliga glað fyri, hvussu kommunulæknin og læknin á sjúkrahúsinum hondteraðu tað uttan døming. Har hevði eg egentliga væntað nógv verri, orsakað umtaluna av fosturtøku í Føroyum, og reglurnar eg helt læknar her skuldu fylgja.

 

- Eg havi tað fínt við abortini í dag, tað var skjótt yvirstaðið, og havi ongin árin havt av henni. Tá samtaluevnið kemur upp at venda, tekur tað mær onkuntíð nøkur sekund at minnast, at eg fekk mær eina.

 

Søga 10

 

Eg eri fødd og uppvoksin í Danmark, men havi tó búð í Føroyum í eini 5 ár av mínum lívi. Eg havi gingið á miðnámsskúla har, og øll mín familja býr har. Eg havi fingið tvær abortir við stuttum millumbili. Tað hevði eg tað ringt við, tí eg føldi meg býtta og ábyrgdarleysa. Tað, eg hugsaði allar mest um, var, hvussu øll eg kendi í Føroyum fóru at reagera og hvat tey fóru at hugsa. Eg veit nevniliga, at størsti parturin av mínum vinum og familju eru ímóti abort og síggja tað sum morð. Men so fór eg at hugsa um míni egnu foreldur og tað lívið, sum tey hava givið mær. Mamma var 19 ár og pápi 21 ár, og tey hava altíð sagt “vit vóru jú sjávi børn”. - eitt barn, sum ikki verður givið eitt virðiligt lív er væl eins nógv eitt morð, sum ein abort er tað. Eitt barn hevur heldur ikki biðjið um lívið, og eg haldi, at um ein sjálv heldur, at man ikki kann geva barni sínum eitt virðiligt lív, so skal man ikki hava eitt barn. Tað var ikki av egoistiskum grundum, at eg fekk mínar abortir. Tvørturímóti.

 

Søga 11

 

Aldrin sá eg meg sjálva vera ein av “teimum” ið høvdu framt eina abort, men tíverri gjørdist eg ein av “teimum”.

 

Árið var 2016. Eg var í 20inum og var nýligani blivin støk. 

 

Hettar var ein deilig tíð hjá mær, tí eg kundi gera akkurát sum eg hevði hug til, tí eg hevði bert meg sjálva at hugsa um. Men lítið visti eg, hvat lá fyri framman.

 

Tað eina kvøldið vóru eg og nakrar vinkonur í býnum, og har møtti eg einum dreingi. Hann var ordiliga fittur og ja, tað endaði við at vit hugnaðu okkum (um man kann kallað tað so). Nakrar vikur seinni, legði eg til merkis, at eg ikki hevði fingið mína mensturatión. Eg hugsaði ikki so nógv um tað, tí at mín mensturatión var rættiliga óreglulig (sjálvt um eg tók p-pillarir).

 

Sama dag fór at keypa mær ein test, bara fyri at vís í at har einki var. Tá eg kom heim aftur, tók eg testin, tá eg skuldi á ves.

 

Eg var ikki so órólig, tá eg bíðaði, tí eg hevði roynt hettar so ofta, og hvørja ferð hevði tað verið negativt.

 

5 minuttir seinni hugdi eg á testin, og har var 1 strika, og við síðurnar av var ein ógvuliga veik strika.

 

Tað var fyrst tá, at tað gekk upp fyri mær, hvat var farið fram og sjálvandi fór eg í panikk. Eg var ikki klár at fáa nakað barn, og eg hevði eisini alt ov nógv um oyrini til tað.

 

Tað gingu nakrir dagar, áðrenn eg fortaldi foreldum mínum hettar, og tey vildu tey sjálvandi stuðla mær óansæð, hvat eg valdi. Men sum tey eisini vistu, hevði eg so nógv um oyrini.

 

Eg fortaldi sjálvandi eisini dreinginum, at eg var við barn, og sjálvt um hann heldur ikki var klárur at hava nakað barn, lovaði hann at stuðla mær óansæð hvat eg valdi.

 

Nakrar dagar seinni sótu eg og mamma mín hjá læknanum. Læknin tók ein test, og nakrar minuttir seinni vísti hann positivt. 

 

Læknin spurdi meg, hvat eg vildi, og eg fortaldi henni, at eg var ikki sikkur, tí óansæð hvat, var hettar jú nakað, ið kundi ávirkað meg restina av lívinum. Tað skilti hon sjálvandi væl. Hon fortelur mær so avleiðingarnar av báðum tveimum, og so segði hon, at tað var bert í fáum førðum at tað bar til at fáa eina abort. Hettar gjørdi meg sjálvandi bangnan, tí eg helt sjálvandi at tað var mítt val - tí tað var/er jú mín kroppur. So segði hon, at tey framdu bert abort, um man var sálarliga veikur. Hettar sjokeraði ikki bert meg, men eisini mammu mína. 

 

Eg var málleys! Tí skuldi eg nú fara at lúgva? Og var tað nú at eg skuldi smyrja nøkur eyka løg av “sorg” á? 

 

Eg bleiv so illa við og eg reageraði við at “lúgva”, og fortaldi henni so, at eg var ordiliga deprimerað, og eg visti ikki, hvussu eg skuldi klára at fáa eitt barn.

 

Læknin hugdi eftir mær, og gav mær síðani ein faldara við avleiðingum og kunning um abort. Hon gav mær 1 viku at hugsa meg um.

 

Hettar var ein sera hørð vika fyri meg. Hettar var eisini akkurát í tíðarskeiðinum, har fólk løgdu vangamyndir á Facebook, sum høvdu “verjið ófødda barnið” viðheft. Meg minnist, at tað, sum gjørdi meg so kedda, var, at fólk høvdu viðmerkt fleiri staðni, at tey, ið framdu abort, vóru “mordarir”. Og eg vildi als ikki vera ein “mordari”, tí hvør vil tað?

 

Dagarnir gingu ógvuliga skjótt, og áðrenn eg visti, lá eg á sjúkrahúsinum ein mikumorgun kl. 07.

Eg visti, at hettar var tann rætta avgerðin fyri meg, tí eg kundi ikki bjóða einum barnið tær umstøðurnar eg var í. 

 

Eitt, sum eg aldrin gloymi, er daman ið trillaði meg oman á operatiónstovuna. Hon var sjálv við barn. Kundi hettar vera eitt tekin, at hettar var skeift av mær? Tað fái eg nokk ongantíð at vita..

Tá eg vaknaði, sat mamma uppiyvir mær. Eg fór at gráta av sorg, tí eg føldi meg so tóma. 

 

Sum tíðin hevur gingið, veit eg, at hettar var tann rætta avgerðin fyri meg. Tí 4 dagar aftaná eg hevði fingið abortina, endaði eg aftur á sjúkrahúsinum, men hesaferð bleiv eg innløgd tí at eg var blivin álopin.

 

Hettar er nakað sum eg aldrin fari at gloyma. Men eg veit eisini, at man verður noyddur at koma víðari. Og tað sum hevur hjálpt mær so ótrúliga nógv er “Frítt Val”, tí nú havi eg ikki líka ringa samvitsku meira, og tað eri eg so takksom fyri.

 

Sigast skal, at eg goymi enn myndirnar, sum eg fekk frá sjúkrahúsinum. Tær fari eg nokk aldrin at tveita burtur.




 

Søga 12

 

Fyri nøkrum døgum síðani tók eg ein graviditetstest, tí mín menstruatión var ov sein. Eg væntaði ikki, at eg var við barn, so eg bleiv heilt kløkk, tá eg sá at graviditetstesturin var positivur. Men har var kortini eingin ivi um, at eg ikki vildi hava barnið. Eg fór beint at siga tað við mammu mína, og hon ringdi til læknan fyri meg. 

 

Eg ætlaði at halda hettar so loyniligt sum gjørligt, men endaði við at siga tað við mínar tættastu vinkonur og pápan. Tey vóru øll stuðlandi og søgdu við meg, at hettar var tað rætta valið.

Eg havi ein góðan lækna, sum ikki var dømandi, og hjálpti mær at sleppa til skjótast gjørligt. Eg eri sera takksom fyri tað, tí eg veit at øll ikki fáa tí viðferðina.

 

Eitt sum yvirraskaði meg var, at tá eg fortaldi at eg fór at taka abort, fekk eg at vita um onnur sum eisini høvdu tikið abort. Tað vóru fleiri enn eg hevði væntað, men eg visti einki, tí hettar verður ikki tosað um.

 

Fyri einum tíma síðan ringdi onkur frá Landsjúkrahúsinum, og gav mær eina tíð hjá gynekologinum. 

 

Eg veit, at eg geri tað rætta. Eg og pápin eru ikki par, og eg eri hvørki sálarliga ella fíggjarliga klár til at fáa eitt barn. Og eg ynski mær heldur ikki eitt.

 

Søga 13

 

Eg havi fulla respekt fyri teimum, ið eru ímóti abort, eg vil líka viðmerkja, at eingin, heldur ikki tey sum eru fyri abort, skilja støðuna hjá einum, fyrr enn man sjálvur hevur staðið í henni. 

 

Eg var sjálv rættiliga passiv um alt hetta abortkjakið inntil tann dagin, at mín egna graviditetstest var positiv. 22 ár, mitt í útbúgving, ongan sjeik og heldur ikki sálarliga á toppinum. Hendan testin vísti tvær strikur 5 vikur eftir, at eg var komin til Danmarkar eftir eina summarferiu í Føroyum. Eg hevði havt eitt summarferiu-flirt í Føroyum, og hann hevði gjørt tað klárt fyri mær, at tað aldrin fóru at verða vit bæði, áðrenn eg var farin til Danmarkar aftur. 

 

Eg fór til lækna tveir dagar eftir, at eg sjálv hevði tikið eina test og hon kannaði meg sjálvandi enn einaferð. Og tað var sjálvandi akkurát sama svarið eg fekk... Eg var upp á vegin. Læknin spurdi meg, um hetta var ynskt ella óynskt. Hon fortaldi mær hvørjar møguleikar eg hevði, men kundi ikki hjálpa mær at velja. 

 

Eg fór heim at hugsa í nakrar dagar. Eg ringdi eisini til hann at tosa um støðuna. Hvørki eg ella hann ynsktu at fáa eitt barn.

 

Eg ringdi aftur til læknan tveir dagar eftir, at eg hevði bestemmað meg fyri abort. Ein tíma aftaná fór eg forbí hjá læknanum fyri at skriva undir uppá pappírini, sum blivu send víðari til sjúkrahúsið. Hetta var ein fríggjadag. 

 

Mánadag bleiv eg ringd upp av sjúkrahúsinum og biðin um at koma til forkanningar. Har fingu vit staðfest, at eg var komin 9 vikur, tað vil siga ov langt til medisinska abort, so eg skuldi hava eina kirurgiska abort. Vit avtala eina tíð til hetta tveir dagar eftir, og eg fekk langt skriv at fyrireika meg við. 

 

Mikudag kl. 14 møtti eg aftur á sjúkrahúsinum, og hevði eg fastað síðan midnátt. Eg hevði tikið panodil, ipren og eina tablet tey høvdu givið mær, sum man skal taka, soleiðis at eg opnaði meg meir. Kl. 15 tóku tey meg inn, fortaldu mær gjølla hvat fór at ganga fyri seg. Eg bleiv løgd í narkosu. 15 minuttir eftir var eg vakin aftur, og alt var yvirstaðið. Pínan var vekk nakrar fáar dagar eftir, og bløðingin steðgaði umleið 10 dagar eftir. 

 

Eg var sera nøgd við, at eg var í Danmark, og at tað var so nemt fyri meg, tá eg nú var endað í hesi keðiligu støðu. 

 

Eg havi vinkonur, sum hava fingið abort í Føroyum, og her skilji eg á lagnum, at tað er nógv meira kompliserað at sleppa ígjøgnum. Ofta verða kvinnurnar skrivaðar til at hava eina diagnosu, sum tær slett ikki hava, og tað er SERA skeivt. Abortir henda óansæð hvat... Lat okkum gera hetta til eitt frítt val, og ansa eftir okkara kvinnum.

 

Hetta er bestemt ikki ein stuttlig støða at standa í, og eingin ynskir at fáa eina abort. Men tað er vigtigt at gera tað, sum ein sjálvur følur er best fyri ein sjálvan. 

 

Eg hugsi ofta enn um abortina og verði kedd, tá fólk tosa um, hvussu nógv tey eru ímóti tí, ikki tí, tað er teirra fulli rættur at hava eina meining. Men EINGIN, og eg meini EINGIN annar enn eg skilji støðuna eg var í. 

 

Eg eri í dag 100% sikkur uppá, at eg tók røttu avgerð.

Søga 14

 

At blíva foreldur liggur í dag líka so langt burturi frá mínum veruleika, sum tað gjørdi fyri fýra árum síðani, tá eg fekk framt mína abort. 

Eg havi ongantíð, og fari neyvan nakrantíð at angra mítt val - hóast tað í veruleikanum ikki var mítt val. Abort var mítt ynski, men læknin hevði valið. Tí havi eg onkuntíð hugsað, at kanska var eg heppin, at ein dúdur hevði sex við mær uttan mítt samtykki, tí í minsta lagi hevði eg ein 'umskyldning' at fáa abort. Í minsta lagi setti mín lækni ikki nakað serligt spurnartekin við, hví eg vildi hava abort. Fyri meg var tað líka mikið, hvussu eg var blivin uppá vegin - eg hevði ynskt tað sama óansæð.

 

Søga 15

 

Eg havi tikið tvær abortir. Í táverandi støðu, havi eg mett at tær hava verði neyðugar, tí eg tá hevði lítið tamarhald á mínari sinnisstøðu.  Eg havi verði sálarliga sjúk, og hóast mítt tá óstøðuga sinni, visti eg, at eitt foreldur skal kunna bjóða sínum barni tryggar karmar til eina góðan uppvøkstur. 

Fyrstu ferð eg tók abort, fekk eg eina medisinska abort. Eg búði í einum øðrum landi, eg kendi ikki mannin, ið var pápi at forstrinum, og eg hevði stórar óttatrupuleikar. Eg var á veg niður í eina svera depressión, og mín fíggjarliga og búðstaðarliga støða varð ring.

Eg ivaðist nógv í mínari avgerð. Eg havi altíð vilja verði mamma, og eg hevði eisini beinanvegin eitt kensluligt samband til fostrið. Heilt óbevíst sat eg ofta og kelaði búkinum og undraðist á, hvussu hetta barnið fór at verða og síggja út, og samstundis óttast við vitanina um at eg als ikki var klár. 

Eg fór til ein ráðgeva, sum hjálpti mær at hugleiða um fyrimunirnar og vansarnar við at gerast foreldur í tí støðuni eg var í. Eg kom fram á nógv fleiri vansar enn fyrimunir.

 

Eg var sálarliga óstabil, eg var sera ung, eg hevði onga útbúgving, eitt tímalønt arbeiði í einum øðrum landi, og av tí at eg bara hevði møtt pápanum einaferð, og hann eisini kom frá eini aðrari mentan enn eg, visti eg, at eg fór at standa púra einsamøll í støðuni. 

 

Eg kunnaði pápan at fostrinum um støðuna, og at eg ikki metti meg verða klára til uppgávuna. Eg tók avgerðina um abort sjálv, og fekk eina medisinska abort. Um tú nakrantíð stendur í støðuni um at skula taka abort, kann eg viðmæla at taka eina kirurgiska abort. Tá man fær eina medisinska abort, upplivir man pínu álíka verkjum. Eg minnist, hvussu eg lá og rembdist av ræðuligu pínuni í fleiri tímar, sum hevði tað mótsatta endamálið, í mun til hvat verkir annars hava. Um nakað hevur ávirkað meg í eftirtíðini við hesi abortini, so er tað tann verkjandi pínan eg varð í. Sjálvandi havi eg eisini kent skuld og skomm og sorgina av at missa, men hesar kenslur meti eg at verða púra natúrligar til allar lívsbroytandi støður man kann standa í, tá man velur okkurt, og samstundis velur okkurt annað frá. 

 

Nøkur ár gingu, eg havi verði álvarsliga sálarliga sjúk millum hesar abortirnar. Eg varð í einum harðskapsraktum parlagi, og tá eg enduliga kom burtur úr tí, kundi eg byrja at arbeiða orduligt við míni sálarligu støðu. Tað gekk væl og eg hevði tað gott. Eg var kanska í so impulsiv, og bleiv upp á vegin aftur. Hesuferð við einum summarflirti, sum eg hevði fjasast við øgiliga stutt. Viðkomandi hevði nógvar góðar dygdir og eg varð góð við hann, men eg visti eisini at eg ikki var frísk enn, sjálvt um eg hevði følt meg fríska í eina tíð. Eg var enn djúpt sálarliga ávirkað av traumum og hendingum frá míni óstabilu fortíð og tí harðskapsrakta parlagnum eg hevði verið í.

 Eg dugdi hesuferð betur at leggja kenslurnar til fostrið til síðis, tí eg visti at eg mátti. Eg bókaði eina tíð til abort, og tvær vikur eftir fekk eg eina kirurgiska abort. Eg var undir fullari narkosu og merkti einki til hana. 

 

Eg havi altíð ynskt mær eitt trygt grundarlag til at skapa góðar karmar til mítt komandi ættarlið, at vaksa upp í. Eg havi av erfaring kent á kroppi og sál hvat eitt óstabilt og rótleyst heim kann gera við eitt menniskja. Eg var rættiliga rótleys, sum ung. Eg flutti nógv, var sálarliga sjúk og hetta metti eg, viðførdi at tað var ógjørligt hjá mær at gerast ein búgvin og stabil mamma. Hetta var mín veruleiki tá- og tað var bara mín veruleiki, sum hevði nakað at siga fyri avgerðina eg tók tá. 

 

Eg haldi yvirhøvur ikki at eg havi verið egoistisk í mínum avgerðum viðvíkjandi abort. Tvørtur ímóti. Eg havi hugsað um barnið. Eg havi ikki mett meg at verða førða fyri at geva barninum alt tað týdningarmikla og nógva, sum ein sunn mamma gevur sínum barni, fyri at tað skal búðnast og gerast eitt sunt, trygt og sálarliga fríkst individ. Sjálvbjargni hevur havt nógv at siga fyri meg, í mun til at gerast foreldur. Í støðuni eg var í tá, skuldi eg faktiskt bjargast. Eg skuldi læra at bjarga mær sjálvari burtur úr tí gleðisleysu tilveruni eg var í tá. Ein mamma skal duga at ansa sær sjálvari áðrenn hon kann ansa sínum barni.

 

Í dag eri eg mamma. Eg eri komin væl fyri meg sálarliga, eg arbeiði, havi tikið miðnámsútbúgving, eg eigi eitt heim, ein stabilan platform, sum gevur mær møguleika at vaksa og mennast- og allarbest av øllum; eg eigi eitt fantastiska vakurt lítið menniskja at uppæla, eitt sunt og fríkst barn, sum mennist sera væl, og er trygt bædi heima og úti. Eitt lukkuligt lítið individ.

 

Hendan frásøgnin er í mínum hugaheimi ein sólskinssøga. 

 

Minst til; tú kennir teg sjálva best, og tú veit hvat er best fyri teg. Tú veit, hvat tú megnar og hvar tú ikki megnar.

 

Avgerðin er tín og bara tín.

 

Søga 16

 

Tá eg varnaðist eg var við barn, fór eg til mín lækna, við umbøn at fáa eina abort. Eg ynskti eina abort, tí eg hevði útlendskan sjeik, og vit kundi ikki búgva í sama landi tá. Eg skuldi eisini niður í skúla nakrir mánaðir seinni. Eg føldi ikki eg hevði nakað at bjóða einum barni tá. Tað var ein avloysari, hon fortaldi at persónliga meinti hon, at eg skuldi sleppa at fáa eina abort. Men hon er noydd at tosa við hinir lækanir, og skuldi ringja aftur. Nakrir dagar seinni ringdi hon aftur, og mátti tíverri siga at tey høvdu avgjørt, at eg slapp ikki at fáa abort.

Var púra oyðiløgd, visti ikki livandi ráðum, hvat eg nú skuldi gera. Fann Abortlinjen, samlaði mær mót í fleiri dagar, so ringdi eg. Fortaldi mína søgu, og hvat eg ynskti. Tey søgdu við meg, at eg skuldi føða barnið og lata ein aðra familju adoptera tað. Hetta var absolut ikki mín ætlan, og var enn meira forvirrað, men tá visti eg ikki havt teirra realla agenda var.

Hoyrdi so frá einari vinkonu, um ein bólk, ið hjálpti kvinnum i Føroyum at fáa vegleiðing, at koma til Danmarkar at fáa abort. Ringdi til tey, kvinnan í rørinum var nakað so skiljandi, og fyrstu ferð tá, føldi eg meg hoyrda. Einasta treyt var eitt cpr nummar og ein ferðaseðil niður. 

Fyrst skuldi eg til kanning á Hvidovre hospital. Lækanin kannaði meg, og spurdi so, um eg hevði ilt í búkinum. Ja, svaraði eg og leyg. Hevur tú bløtt? Nei, svaraði eg, men varnaðist, at tað var skeivt svar, og skundaði mær at svara ”ja eitt sindur”. Tað var so surrealisktiskt, tí einans eg og hon vistu, hvat gekk fyri seg. Eg mátti bara lesa hana av, fyri at skilja hvussu eg skuldi svara henni. Fínt sigur hon “fostret er dødt”.  Hon gav mær so tablettir og vegleiðing, um hvat nú fór at henda.

Næsta dag kom eg út at aftur at fjerna fostrið. Eg var heilt rólig um hvat nú skuldi henda, men hevði sjálvandi nervar. Alt gekk sum ætlað, og eg vaknaði í einari stovu við 4 øðrum kvinnum. Ein lækni og sjúkrarøktarfrøðingur, vildu hava eina samtalu við meg inni í einum kontóri. Eg bleiv nervøs, hvat visti tey nú, og hvat fór at henda. Men tey vildu bert tryggja, at eg hevði tað gott, tí í teirra pappírum, hevði eg júst mist eitt barn. Eg brast út at gráta, tí eg føldi meg so illa. Tey royndu at ugga meg, og siga, at eg nokk skuldi fáa børn, og tað var kroppurin ið útstoytt barnið. Eg visti sjálvandi at tað var lygn, og fekk tað enn verri. Dagarnir eftir gekk tað betri og betri, mest tí eg fekk góðan stuðul frá vinum. 

Nakrir dagar eftir, tá eg var afturkomin til Føroyar, byrjaði eg blíva illa til passar. Febur og nógva pínu tá eg skuldi á ves. Eg fór aftur til mín lækna. Tey vistu sjálvandi hvat var hent, nú eg ikki longur var við barn. Læknaskrivarin førdi meg inn til viðtalurúmið, men beint áðrenn hon fór, hevði hon líka eina viðmerking, “Viðhvørt tá man er uppávegin við tvíburum, og fær abort í Danmark, taka tey bara eitt barn og lata hitt vera eftir”. Har sat eg, í sjokkið sjálvandi, í heili 46 minuttir, einsamøll í viðtalurúminum. Tá læknin kom, vísti tað seg at vera tann sama, sum til fyrru viðtalu. Hon var fantastiskt og skiljandi, greiddi henni frá at eg hevði verið í Danmark og fingið abort. Hon kannaði meg og tók ymiskar royndir. Tað vísti seg at eg hevði bruna í eggjaleiðarinum, og ikki ein tvíborið. 

Í øllum hesum ruðuleikanum av kenslum og kropsligum broytingum, var nokk eitt tað ringasta, at eg føldi meg kriminella. Og henda kenslan fylgdi í fleiri ár. So tá eg og sjeikurin royndi at gerast við barn, og tað tók eitt ár. Helt eg innast inni, at nú bleiv eg straffað, fyri hvat eg hevði gjørt. Sjálvt um eg logiskt kundi hugsa at tað er heilt normalt, so var ein lítil rødd innast inni. Í dag havi eg tveir dreingir, og hevði nakað annarleiðis.   

 

Søga 17

 

Tá eg fann útav at eg var við barn sum 18 ára gomul visti eg beinanvegin at eg ikki skuldi verða mamma. Hví? Tí eg hungraði eftir tí stóru verð, og eg vildi ikki verða mamma.

Kommunulæknin var fittur, hann var skiljandi, men gynækologurin var annarleiðis. So skjótt eg kom inn í stovuna vóru hennara fyrstu orð: "eg leggi  ikki í hví tú fært abort, so leingi tú ikki fert í miðlarnar at siga, hvussu lætt tað er at fáa abort í Føroyum". Hon flenti eftir mær, tá eg spurdi onkrir spurningar og í míni mest sárbaru tíð føldi eg meg sum ein avgreiðsluspurning, sum skuldi verða liðugur sum skjótast. Eg fekk kirugiska abort á landssjúkrahúsinum.

Aftaná var ein merkilig tíð. Eg var sárbar, men tað var sum ein kempi steinur var tikin av herunum hjá mær. 

Samfelagið hevur eitt so stórt tabu á abort, og eg kendi ongan annan, sum hevði fingið abort og hvørja ferð eg fortaldi onkrum, at eg hevði fingið abort, var eg tann einasta tey kendu, sum hevði verið í somu støðu. 

Men tað sum var tað ringasta, var at eg kendi eina skomm. Ikki ein skomm fyri at taka abort, men ein skomm, fyri ikki at skamma meg fyri at taka abort.

  • Facebook - White Circle
  • Twitter - White Circle
  • Pinterest - White Circle
  • Instagram - White Circle